← Løgtingsmál

52-115/2021

Dagføring og trygging av havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
115.21 Svar frá M. Rasmussen til B. Samuelsen - Dagføring og trygging av havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið Tórshavn, tann 31. januar 2022
Tinghúsvegur 1-3 Journal nr.: 22/01445
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar
upp á
§52a fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um dagføring og trygging av
havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er fyribyrging ímóti stormskaðum partur av veðurlagspolitikkinum, sum landsstýrið arbeiðir
við?
2. Er nøkur ætlan gjørd hjá landinum, Landsverki og/ella kommunum fyri at dagføra og
framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar, bygningar osfr., so hesi betur
tola ógvusligan storm og uppgang?
3. Er nøkur ætlan um at stovnseta ein grunn ella annað, sum kann lofta fíggjarliga, tá
ódnarstormar ella uppgangur gera skaða?
4. Er nakað samstarv í gongd í millum avvarðandi stjórnarráð, stovnar og kommunur um at gera
eina stormtilbúgving og arbeiði at fyribyrgja títtari stormskaðum?
Svar til spurning 1
Uppskotið til nýggjan orku- og veðurlagspolitkk fevnir ikki beinleiðis um átøk, hvørs endamál er
at fyribyrgja stormskaðar ella neiligar avleiðingar av stormskaðum. Átøkini í orku- og veðurlags-
politikkinum leggja seg eftir at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi yvirhøvur, tí tað er útlátið,
sum bæði ávirkar hitalagið og veðurlagið um allan heimin, eisini um okkara leiðir. Óbeinleiðis
kann átak 20 um burðardygga býarmenning sigast at peika frameftir móti at tryggja havnarløg,
brimgarðar, bakkatromir o.a. móti stormskaðum, tí framtíðar lendis- og býarplanlegging eigur
longu nú at taka hædd fyri og tillaga seg til framtíðar veðurlagsbroytingar.
Vit eru rættiliga von við brim, stormar, ódnir, regn og kava, men minni von við turk og trot á
feskvatni. Harðbalna veðrið eru náttúrugivnar fortreytir, sum okkara samfelag byggir á. Vit hava
bygt vegir, havnir, hús, íbúðarbygningar, skúlar, vinnubygningar, havnarløg, skip, bátahyljar,
brimgarðar o.a., sum fyri tað mesta klára at standa ímóti ógvusliga veðurlagnum um okkara
leiðir.
Vit vita øll, at veðurlagsbroytingarnar koma so líðandi inn á okkum. Tí er tað ein sjálvfylgja, at
kommunur, almennir myndugleikar og stovnar við ábyrgd fyri bygging, samferðslukervi o.ø.,
longu nú byrja at leggja upp fyri framtíðar veðurlagsbroytingum í teirra tilrættalegging, bygging
og viðlíkahaldi, so neiligu avleiðingarnar verða so fáar sum til ber og stórskaðatilburðir so fáir,
sum gjørligt.

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/3
Svar til spurning 2
Spurt verður, um nøkur ætlan er gjørd, so ávísir bygningar og bygningsverk í framtíðini kunnu
tola harðari storm og uppgang. Spurningurin snýr seg einamest um tilbúgvingarlig viðurskifti og
tí vendi Umhvørvis- og vinnumálaráðið sær til Fiskimálaráðið, sum svarar spurninginum
soleiðis:
“Fiskimálaráðið hevur ikki kunnleika um nakra ætlan hjá landinum, Landsverki og/ella
kommunum, ið hevur til endamáls at dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur,
sjóvarbakkar, brimgarðar og bygningar, so hesir betur tola ógvusligan storm og uppgang.
Útgangsstøðið er at kommunurnar hava skyldu til at eyðmerkja teir váðar, sum eru í kommununi.
Í almennu viðmerkingunum til tilbúgvingarlógina stendur, at skyldan hjá kommunum skal taka
støði í váðanum í einstøku kommununi, og tí er neyðugt, at allar kommunur lýsa, hvørjir váðar
eru, gera metingar um váðan, og út frá hesum gera av, hvussu tilbúgvingin í kommununi skal
vera. Bert við at gera váðametingar, er møguligt at staðfesta innihaldið í tilbúgvingarábyrgdini
hjá kommununi.
Tó hevur landið eina ávísa skyldu at hjálpa kommununum. Sambært § 10 í tilbúgvingarlógini
skal landið veita kommunalu tilbúgvingini hjálp, tá tað er neyðugt, orsakað av slagi, stødd ella
vavi á skaðahending ella vanlukku, men tað er ivasamt um hendan skylda røkkur til “vanligar”
stormskaðar. Sambært viðmerkingunum til § 10, so staðfestir greinin ábyrgdina hjá landinum at
veita hjálp, tá talan er um stórhendingar, umframt tá talan er um tilburðir av serligum slagi, ella
tá skaðaárin eru av serligum slagi. Hvørt talan er um stórhending, tilburð av serligum slagi ella
serlig skaðaárin, má vera ein konkret meting í hvørjum einkultum føri.”
Svar til spurning 3
Spurningurin um at stovna grunn at fíggja stormskaðar er fíggjarmál og hevur Fíggjarmálaráðið
svarað soleiðis:
“Spurningurin um eina tryggingarskipan fyri kommunur var frammi eftir stormskaðarnar á
kommunal havnarløg tíðliga í 2020. Í apríl 2021 vórðu tríggjar mió. kr. játtaðar í eykajáttan til
smærru kommunurnar í sambandi við stormskaðarnar í 2020.
Havnarløg eru kommunal mál og tí má tað vera forstáilsi í millum kommunurnar, um landið skal
vera við til at gera eina tryggingarskipan móti stormskaðum. Málið um ein vanlukkugrunn hevur
verið umrøtt við Kommunufelagið, men eingin niðurstøða er enn í málinum.“
Svar til spurning 4
Av tí at talan er um tilbúgvingarligan spurning, varð spurningurin sendur Fiskimálaráðnum, sum
svarar soleiðis:
“Fiskimálaráðið hevur onga vitan um, at beinleiðis samstarv er í gongd millum stjórnarráð,
stovnar og kommunur um at gera eina stormtilbúgving. Grundleggjandi kann sigast, at
kommunurnar í Føroyum hava skyldu til at gera váðametingar og -greiningar, ið taka atlit at
øllum váðum í kommununi, eisini stormskaðum, bæði í mun til títtleika og í mun til møguligt
vavi av skaða. Um kommunala váðametingin eyðmerkir váðan, eigur kommunan í fyrstu atløgu
at seta í verk fyribyrgjandi átøk fyri á tann hátt at minka um váðan. Í øðrum lagi eigur
kommunan at vera før fyri at avmarka skaðan og í triðja lagi vera før fyri at bøta um skaðan. Tað
er kommunum í Føroyum frítt at fara í samstarv um tilbúgving.”

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
3/3
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 31. januar 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
115.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. Samuelsen - Dagføring og trygging av havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Dagføring og trygging av havnarløgum v.m. ímóti stormskaðum
Spurningar:
1. Er fyribyrging ímóti stormskaðum partur av veðurlagspolitikkinum, sum
landsstýrið arbeiðir við?
2. Er nøkur ætlan gjørd hjá landinum, Landsverki og/ella kommunum fyri at
dagføra og framtíðartryggja havnarløg, bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar,
bygningar osfr., so hesi betur tola ógvusligan storm og uppgang?
3. Er nøkur ætlan um at stovnseta ein grunn ella annað, sum kann lofta
fíggjarliga, tá ódnarstormar ella uppgangur gera skaða?
4. Er nakað samstarv í gongd í millum avvarðandi stjórnarráð, stovnar og
kommunur um at gera eina stormtilbúgving og arbeiði at fyribyrgja títtari
stormskaðum?
Viðmerkingar:
Stormar og nógvi uppgangurin herfyri gjørdu stóran skaða fleiri staðni, eins og vit
hava upplivað so mangan áður. Nógv bendir á, at vit í framtíðini fara at uppliva bæði
títtari og ógvusligari ódnir, sum avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Flestu lond
hava tí gjørt sær tilbúgving í mun til at verja fyri álvarsomum skaðum og
oyðileggingum av stormi, uppgangi og vatnflóð.
Flestallar bygdir í Føroyum liggja beinleiðis út til havið, og tí er vandin fyri skaða á
bryggjur, sjóvarbakkar, brimgarðar og annað stórur. Harumframt liggja nógvir
bygningar við sjóvarmálan, ábært fyri stormi, brimgangi og vatnflóð. Vatnstøðan í
heimshøvunum hækkar støðugt.
Ikki allar kommunur er nóg sterkar fíggjarliga, til at lofta stórum skaðum tá stormarnir
herja. Tí vildi ein felags “stromskaðagrunnur” verið til stórt gagns fyri ábæru plássini
í Føroyum.
Í miðlunum frættist, at landsstýrismaðurin í verðurlagsmálum í næstum leggur fyri
Løgtingið eitt uppskot til samtyktar um veðurlagspolitikk. Nevnda tilbúgving og
fyribyrging er týðandi táttur í at fyrireika Føroyar til broytt veðurlag, men hevur ikki
verið nevnd í tí tilfari, vit higartil hava sæð um nýggjan veðurlagspolitikk.
Á Løgtingi, 19. januar 2022
Bjørt Samuelsen

-- 1 of 1 --