← Løgtingsmál

52-114/2021

Nýtt barnaheim

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
114.21 Svar frá S. E. Nolsø til D. N. Joensen - Nýtt barnaheim.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
28. januar 2022
Mál: 22/01296
Viðgjørt: Maria Michelsen
Nr. 52-114/2021
Svar uppá §52 fyrispurning nr. 52-114/2021 frá Djóni Nolsøe Joensen, settur
landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø – Nýtt Barnaheim
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at halda fast í ætlanunum at byggja barnabústovnar og ikki
barnaheim?
2. Hvørjar fakligar orsakir eru til at byggja barnabústovnar í staðin fyri eitt barnaheim?
3. Nær kann væntast, at tað verður bøtt um umstøðurnar hjá okkara mest sárbæru
børnum?
Svar:
Til nr. 1 og nr. 2
Almannaverkið hevur upplýst, at tørvurin á at byggja eitt nýtt (stórt) barnaheim ikki er tann
sami nú, sum hann hevur verið. Orsøkin til hetta er m.a., at tey børnini, sum tá høvdu tørv á at
verða flutt, nú eru flutt ella eru um at vera flutt í onnur hóskandi høli. Hetta kom í rætt lag eftir
at Løgtingsins Umboðsmaður var á eftirlitsvitjan í mai 2020.
Ætlanin hevur tí verið at hyggja nærri eftir, um tørvur er á smærri barnabústaðareindum.
Fakliga verður dentur lagdur á, at hesir bústaðir eru egnaðir og innrættaðir eftir tørvinum hjá
hesum børnum, eins og dentur verður lagdur á eitt heimligt, mennandi og stimbrandi umhvørvi,
har trivnaðurin hjá børnunum verður raðfestur høgt.
Landsstýrismaðurin hevur enn ikki havt høvi til at meta um, um tað er nøkur orsøk til ikki at
halda fast í hesum ætlanunum hjá fyrrverandi landsstýrismanninum.
Til nr. 3
Fyrrverandi landsstýrismaðurin arbeiddi áhaldandi við at bøta um umstøðurnar og menna hetta
økið, millum annað varð játtanin til Eind 10 í fjør økt við júst tí endamáli at útvega betri høli
til tænastuna. Undirritaði ætlar framhaldandi at arbeiða við at menna hetta økið.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Fleiri ábøtur eru gjørdar í Eind 10, síðani Løgtingsins Umboðsmaður gjørdi ársfrágreiðingina
fyri 2020. Broytingar eru m.a. gjørdar innan leiðslubygnað, starvsfólkaviðurskifti, fysisku
karmarnar og viðvíkjandi harðskapsmálum.
Leiðslubygnaður
Fleiri leiðarir eru settir. Hetta tryggjar, at dagligi leiðarin í størri mun er fysiskt til staðar,
soleiðis at fjarstøðan millum starvsfólk og leiðara styttist. Eisini eru ymiskir arbeiðsbólkar
mannaðir við leiðslu og starvsfólkaumboðum, ið m.a. arbeiða við at skipa foreldrasamskiftið
og samstarvið við barnaverndartænasturnar, tryggja høgt fakligt støði og menna fastar
mannagongdir.
Starvsfólkaviðurskifti
Bert starvsfólk við viðkomandi útbúgving verða sett í fast starv, eins og dentur verður lagdur á
at hava ein tvørfakligan starvsfólkahóp og at førleikamenna starvsfólkini. Nýggj starvsfólk fáa
innleiðsluskeið og øll starvsfólk fáa útbúgving í sosialnámsfrøðiligum arbeiðshátti, soleiðis at
tey hava sama førleika, menniskjaáskoðan og námsfrøðiligt háttalag í sosialnámsfrøðiligu
viðgerðini.
Harðskapsmál
Arbeitt verður áhaldandi við at minka um og fyribyrgja harðskapsstøðum. Starvsfólkið lærir
ávísar hættir at fyribyrgja harðskapi, eins og fastar mannagongdir eru fyri handfaring av slíkum
støðum.
Fysisku karmarnir
Almannaverkið hava seinastu árini fingið fleiri høli til vega, sum hava bøtt um tænastuna, men
enn er ikki komið heilt á mál. Í ársfrágreiðingini fyri 2020 fanst Løgtingsins Umboðsmaður
serliga at stovninum á Argjaboðagøtu, tí hesin ikki var egnaður til endamálið. Almannaverkið
hevur nú fingið egnaðan bústað til børnini á stovninum á Argjaboðagøtu. Ein bólkur er fluttur
í annan bústað í eind 10, og seinasti bólkurin flytur væntandi í mars 2022.
Samanseting av børnum
Av tí at talan ikki er um ein varandi bústað, er samansetingin av børnum ein avbjóðing.
Bólkarnir og samansetingin av børnum broytist við jøvnum millumbilum, av tí at børn verða
skrivað inn og út av stovnunum. Miðað verður tó altíð eftir, at børn, ið hóska saman, búgva
saman.
Tórshavn, 28. januar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
114.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá D. N. Joensen - Nýtt barnaheim.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Nýtt barnaheim
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at halda fast í ætlanunum at byggja barnabústovnar
og ikki barnaheim?
2. Hvørjar fakligar orsakir eru til at byggja barnabústovnar í staðin fyri eitt
barnaheim?
3. Nær kann væntast, at tað verður bøtt um umstøðurnar hjá okkara mest sárbæru
børnum?
Viðmerkingar:
Fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur sagt, at ætlanin um at byggja eitt nýtt
barnaheim er slept. Í staðin er ætlanin at byggja barnabústovnar, og sambært svari til
fyrispurning á jólum 2020, so skuldu børnini fáa nýggj heim í apríl 2021. Vit eru nú
farin inn í 2022, og einki er hent á økinum.
Talan er um sera sárbær børn, og týdningarmikið er at velja røttu bústaðarloysnina til
tey. Tørvur er á einum stórum og sterkum námsfrøðiligum starvsfólkatoymi, sum
arbeiðir tætt um hesa avbjóðandi og samansettu uppgávuna. Tað gongur ímóti øllum
fakligum tilmælum at spjaða slíkt sernámsfrøðiligt arbeiði. Styrkin í at geva hesum
børnunum bestu fakligu tænastuna er í einum sterkum og samstarvandi
starvsfólkahópi, sum fær regluliga supervisión, reflekterar og sparrar.
Harumframt undraðist Barnaverndarstovan í samrøðu við Kringvarpið í desember
2020 á, at farið er frá ætlanini at byggja eitt barnaheim. Fyri at fáa greiðu á
ætlanunum hjá nýggja landsstýrismanninum, verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 17. januar 2022
Djóni Nolsøe Joensen

-- 1 of 1 --