← Løgtingsmál

52-113/2021

Prísáseting hjá Landssjúkrahúsinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
113.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til Ey. Samuelsen - Prísáseting hjá Landssjúkrahúsinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 27. januar 2022
HMR J.nr. 22/01279-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-113/2021 eftir § 52a í tingskipanini um prísáseting hjá
Landssjúkrahúsinum, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu
Fyrispurningarnir eru soljóðandi:
1. Hevur Landssjúkrahúsið endurskoðað prísásetingina til innan- og uttanhýsis keyparar so
sum Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Heilsutrygd?
2. Um ja, nær kemur prísásetingin í gildi?
3. Á hvørjum støði verður prísásetingin í mun til verandi áseting?
Svar:
Til spurning 1
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum heitti 23. oktober 2020 á SPEKT um at gera eina gjøgnumgongd av
goymsluni á Landssjúkrahúsinum. Frágreiðingin varð handað Landssjúkrahúsinum í september
2021.
Sambært Landssjúkrahúsinum eru tey í holt við at gjøgnumganga tey tilmæli, sum frágreiðingin frá
grannskoðanarfyritøkuni SPEKT kom við í september 2021, m.a. at endurskoða prísásetingina, tá
keypt verður frá goymsluni á Landssjúkrahúsinum. Enn er Landssjúkrahúsið ikki komið á mál við
øllum arbeiðinum hesum viðvíkjandi.
Eitt av tilmælunum er at fáa skjalfest veruliga kostnaðin av at reka goymsluna, so hetta kann takast
við í metingina av einum nýggjum príspolitikki. Landssjúkrahúsið er ikki liðugt við hesa meting
enn.
Til spurning 2
Landssjúkrahúsið er enn ikki komið á mál við at viðgera frágreiðingina hjá SPEKT. Í hesum
sambandi eru fleiri spurningar ið skulu viðgerast. Væntandi verður greiningararbeiðið klárt stutt
eftir summarsteðgin, so endalig støða kann takast tíðliga í heyst.

-- 1 of 2 --

Til spurning 3
Enn ber ikki til at siga nakað um á hvørjum støði prísásetingin verður.
Heilsumálaráðið, 27. januar 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
113.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá Ey. Samuelsen - Prísáseting hjá Landssjúkrahúsinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Prísáseting hjá Landssjúkrahúsinum
Spurningar:
1. Hevur Landssjúkrahúsið endurskoðað prísásetingina til innan- og uttanhýsis
keyparar so sum Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Heilsutrygd?
2. Um ja, nær kemur prísásetingin í gildi?
3. Á hvørjum støði verður prísásetingin í mun til verandi áseting?
Viðmerkingar:
Í frágreiðing, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, stendur, at Landssjúkrahúsið
forvinnur væl upp á at selja til aðrar partar í heilsuverkinum. Skiftisavkastið liggur um
eini 20%.
Eisini stendur í frágreiðingini, at Landssjúkrahúsið má endurskoða prísásetingina til
bæði innan- og uttanhýsis keyparar.
Í dag hava sjúkrahúsini eina felags leiðslu og skulu samstarva um at menna alt
heilsuverkið. Tí kann ein seta spurnartekin við, um tað er í lagi, at ein av teimum
fyrrverandi sjálvstøðugu eindunum hevur lutfalsliga stóran vinning av at selja vørur
og tænastur til hinar fyrrverandi sjálvstøðugu eindirnar, seg sjálva og Heilsutrygd.
Fyri at fáa greiðu á, um ætlanin er at broyta hesa skipan, verður hesin fyrispurningur
settur.
Á Løgtingi, 17. januar 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --