← Løgtingsmál

52-112/2021

Ymisk koronutilmæli

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
112.21 Svar frá B. S. Nielsen til B. L. Jacobsen - Ymisk koronutilmæli.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 1 --
112.21 Spurningur til B. S. Nielsen frá B. L. Jacobsen - Ymisk koronutilmæli.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Ymisk koronutilmæli
Spurningar:
1. Eru ymisk koronutilmæli galdandi fyri ávikavist kirkjur, samkomur,
mentanarlív og ávísar ítróttargreinar?
2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttartiltøk verða hildin innandura fleiri dagar á
rað við fleiri hundrað áskoðarum?
Viðmerkingar:
Í skrivandi stund eru 1787 tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum, og í meðal eru í
løtuni 256 tilburðir um dagin.
Higartil í ár hava ongar guðstænastur verið hildnar, tí fólkakirkjan hevur avlýst hesar
fyri at halda koronutilmælini um ikki at savna fleiri enn 100 fólk innandura.
Mentanartiltøk eru eisini avlýst ella avmarkaði, tí tilmælini verða hildin. Til dømis sæst
á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, at tá fleiri enn 100 fólk eru til eitt tiltak, steðgar
atgongumerkjasølan, og at fólk so mugu seta seg á bíðilista fyri at fáa atgongumerki,
sum møguliga gerast tøk.
Samstundis frættist í miðlunum um dagarnar, at ítróttartiltøk eru í fleiri dagar á rað, har
fleiri hundrað áskoðarar eru savnaðir innandura.
Fólk tykjast ørkymlaði um, hvørji tilmæli eru galdandi, og tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 14. januar 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --