← Løgtingsmál

52-111/2021

Starvsfólkatrot á vælferðarøkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
111.21 Svar frá S. E. Nolsø til S. Stenberg - Starvsfólkatrot á vælferðarøkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
26. januar 2022
Mál: 22/01059
Tygara Skriv:
Viðgjørt: BS
Nr. 52-111/2021
Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-111/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø -
Starvsfólkatrot á vælferðarøkinum
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Hvørji átøk metir landsstýrismaðurin hava størst týdning fyri at bøta um
starvsfólkatrotið?
2. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at tað verður sett serlig pulja av til at hækka tær
lægstu lønirnar (sum er partur av løgtingsmáli nr. 18/2021)?
3. Hvussu ávirkar starvsfólkatrotið tænasturnar hjá Almannaverkinum í løtuni?
Svar:
1. Hvørji átøk metir landsstýrismaðurin hava størst týdning fyri at bøta um
starvsfólkatrotið?
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at fáa lýst og greinað hvussu starvsfólkatørvurin innan
vælferðarøkini komandi 10 árini kann verða nøktaður, og hvat fyri átøk mælt verður til
at seta í verk. Í hesum arbeiðinum luttaka umboð fyri avvarðandi aðalráð, stovnar og
kommunur. Væntandi verður arbeiðið liðugt í næstum.
Landsstýrismaðurin vil ikki taka endaliga støðu til málið, fyrr enn landsstýrið hevur
viðgjørt málið.
2. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at tað verður sett serlig pulja av til at
hækka tær lægstu lønirnar (sum er partur av løgtingsmáli nr. 18/2021)?
Víst verður til svar, undir spurningi 1.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
3. Hvussu ávirkar starvsfólkatrotið tænasturnar hjá Almannaverkinum í løtuni?
Starvsfólkatrotið hevur við sær, at tað eru borgarar, sum eru málsviðgjørdir og skulu
hava tænastu, sum fara á bíðilista, ella kunnu ikki fáa viðkomandi tænastu.
Somuleiðis er talan um, at tænastustøðið og fakliga dygdin í førum lækkar, tí
Almannaverkið ikki fær fakfólk til tænasturnar, stovnar eru undirmannaðir o.t.
Tórshavn, 26. januar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
111.21 Spurningur til S. E. Nolsø frá S. Stenberg - Starvsfólkatrot á vælferðarøkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Starvsfólkatrot á vælferðarøkinum
Spurningar:
1. Hvørji átøk metir landsstýrismaðurin hava størst týdning fyri at bøta um
starvsfólkatrotið?
2. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at tað verður sett serlig pulja av til at
hækka tær lægstu lønirnar (sum er partur av løgtingsmáli nr. 18/2021)?
3. Hvussu ávirkar starvsfólkatrotið tænasturnar hjá Almannaverkinum í løtuni?
Viðmerkingar:
Starvsfólkatrotið er ein stór avbjóðing, og ein røð av ymiskum átøkum skulu til fyri at
bøta um støðuna. Tað var gleðiligt at hoyra landsstýrismannin taka málið fram sum
eitt høvuðsmál, nú hann byrjaði í landsstýrissessinum.
Vit í Tjóðveldi hava havt ymisk uppskot frammi fyri at vísa okkara boð uppá loysnir.
Vit meta eisini, at henda avbjóðing er so mikið stór, at skal ein varandi og nøktandi
loysn finnast, so røkka vit henni best við felags átøkum bæði millum flokkar,
kommunur, fakfeløg, stjórnarráð, útbúgvingarskipan, stovnar og aðrar relevantar
partar. Vit hava góðar royndir at vísa á, tá ið Løgtingið stóð saman um at gera eina
ætlan fyri sjúkrahúsverkið, sum eisini kom í kjalarvørrinum á stórum læknatroti tá.
Tí hava vit lagt løgtingsmál nr. 18/2021 fram, har ein røð av átøkum eru við.
Eitt átak er ein serlig lønarpulja til at hækka tær lægstu lønirnar. Hetta er ásannandi
av, at lønin hevur týdning, og at lønarlagið hjá nøkrum starvsfólkum er so mikið lág,
at tað er so at siga ógjørligt at liva av tí. Tí er áhugavert at vita, hvat
landsstýrismaðurin heldur um, at serlig pulja verður sett av til at lyfta lægstu lønirnar.
Økið, sum landsstýrismaðurin varðar av, er eisini nógv merkt av starvsfólkatrotinum.
Tí er eisini týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørja ávirkan starvsfólkatrotið hevur á
tænasturnar til fólk, sum Almannaverkið skal veita.
Leinkja til løgtingsmál nr. 18/2021
Mál (logting.fo)
Á Løgtingi, 14. januar 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --