← Løgtingsmál

52-110/2021

Veðurstova Føroya

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
110.21 Svar frá Á. Skaale til J. Joensen - Veðurstova Føroya.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
21. januar 2022
Mál: 22/00824-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-110/2021
Svar til fyrispurning 52-110/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um
Veðurstovu Føroya
Spurningar:
1. Nær verður Veðurstova Føroya staðsett á flogvøllinum í Vágum?
2. Er ætlanin at skipa veðurstovuna í tríggjar eindir?
3. Er ætlanin, at eindirnar skulu skipast á flogvøllinum í Vágum, í Tórshavn og í
Klaksvík?
Svar:
Eg loyvi mær at svara øllum spurningum undir einum.
Ein veðurmenningarbólkur lýsti og viðgjørdi málið í eitt tíðarskeið. Í apríl 2019 lat bólkurin
landsstýrismanninum tilmæli og frágreiðing um eina dagførda veðurtænastu. Frágreiðingin
er tøk á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Bygnaðarliga er veðurtænastan nú skipað undir stovninum “Vørn”.
Í 2021 byrjaðu tveir veðurfrøðingar á Veðurstovu Føroya, og 1. januar 2022 byrjaði ein
deildarleiðari. Ætlandi verður veðurmenningarbólkurin tøkur til ráðgeving eina tíð afturat.
Samanumtikið kann sigast, at tað bara eru fáir dagar síðani, at Veðurtænastan varð mannað
við deildarleiðara. Tá ein tíð er frá liðin, fari eg at taka upp samband við partarnar á
økinum, sum eru leiðslan á Vørn, deildarleiðarin á Veðurstovu Føroya umframt umboð fyri
veðurmenningarbólkin. Endamálið við hesum skal vera at fáa partarnar, og ikki minst júst
setta deildarleiðaran, at lýsa virksemið og allar tættir hesum viðvíkjandi - ítøkiliga eins og
eini góðari breidd.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Tá umrøðan og viðgerðin við viðkomandi partar er liðug, verður niðurstøða løgd í málið
viðvíkjandi skipan og framhaldandi menning av tænastuni, herundir eisini einari skynsamari
staðseting av veðurtænastuni.
Árni Skaale
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
110.21 Spurningur til Á. Skaale frá J. Joensen - Veðurstova Føroya.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Veðurstova Føroya
Spurningar:
1. Nær verður Veðurstova Føroya staðsett á flogvøllinum í Vágum?
2. Er ætlanin at skipa veðurstovuna í tríggjar eindir?
3. Er ætlanin, at eindirnar skulu skipast á flogvøllinum í Vágum, í Tórshavn og í
Klaksvík?
Viðmerkingar:
Nógv gleðast saman við mær um, at vit endiliga hava kjølfest eina føroyska
veðurstovu í Føroyum. Fjølmiðlarnir hava eisini tikið hetta upp í fleiri
tíðindasendingum.
Veðurstova Føroya hevur lýst eftir starvsfólki, sum nú eru farin til verka. Hesa fyrstu
tíðina, meðan veðurstovan verður skipað, hevur fyrrverandi landsstýrismaður Jacob
Vestergaard kjølfest føroysku veðurstovuna við leiðsluábyrgd undir Vørn. Síðani var
ætlanin at staðseta veðurstovuna endaliga á flogvøllinum í Vágum.
Ábendingar eru um, at ætlanin er at skipa Veðurstovu Føroya í tríggjar eindir. Tó er
ikki greitt, hvat liggur í hesum, og hvar hvør eind verður.
Veðurkort hava verið gjørd á flogvøllinum í Vágum í samráð við DMI í áratíggju, og
veðurfrøðingar hava arbeitt á flogvøllinum við nýggjastu staðbundnu
veðurforsøgnunum hesa tíðina.
Í framtíðini verður hetta eisini neyðugt, og tað hevur týdning at kjølfesta staðbundna
veðurfrøði á flogvøllinum, serliga tá hugsað verður um framtíðar útbyggingar av
flogvøllinum og økta virksemið innan flogvinnu í framtíðini.
Fyribilsloysnin undir Vørn verður søgd at vera avmarkað. Tó hava fyribilsloysnir
javnan tað at draga út ella gerast til endaligar loysnir. Fyri at fáa eina frágreiðing um
ætlanirnar, verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 12. januar 2022
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --