52-109/2021
Javnstøða í landsstýrinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. jan. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
109.21 Svar til I.Strøm frá B.Nielsen - um javnstøðu í landsstýrinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. jan. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 109/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Ingilín D. Strøm, løgtingsmanni, um javnstøðu í landssstýrinum Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Metir løgmaður, at tað er nøktandi, at eingin kvinna er landsstýrismaður í løtuni? 2. Heldur løgmaður, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum? 3. Ætlar løgmaður at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum? Svar: Spurningur 1 – 3 Síðani aldarskiftið hava tað, við núverandi landsstýrið, verið sjey ymisk landsstýrið í Føroyum. Hesi hava havt skiftandi kvinnuliga umboðan. Í landsstýrinum millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin, sum sat frá 2002-2004, var ein kvinna í landsstýrinum. Í landsstýrinum millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, sum sat frá 2004-2008 var eingin kvinna í landsstýrinum. Í landsstýrinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, sum sat í 2008 vóru tríggjar kvinnur í landsstýrinum. Í Landsstýrinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, sum sat frá 2008-2011 vóru tríggjar kvinnur í landsstýrinum. Í Landsstýrinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri, sum sat frá 2011- 2015 var ein kvinna í landsstýrinum. Í Landsstýrinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum sat frá 2015-2019 vóru fýra kvinnur í landsstýrinum. Í Landsstýrinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, sum situr nú, hevur tað í tíðarskeiðinum september 2019 – desember 2021 verið ein kvinna í landsstýrinum. Tó er eingin kvinna í landsstýrinum í løtuni, og hetta harmist eg um. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Seinasta tíðarskeið, har eingin kvinna hevur verið í landsstýrinum, var sostatt tíðarskeiðið frá 2004- 2008, tá Javnaðarflokkurin hevði leiðsluna. Sambært stýrisskipanarlógini §27 stk. 2, er tað løgmaður sum tilnevnir landsstýrismenn. Siðvenja hevur verið, at henda tilnevning verður gjørt eftir uppskotið frá tí einstaka flokkinum, og um tey verða funnin fullgóð verða tey tilnevnd av løgmanni. Tað er mær kunnugt ikki komi fyri, at løgmaður hevur valt ein leist, har hann tilnevnir onnur landsstýrisfólk enn tey ein flokkur skjýtur upp. Ynskiligt hevði verið um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk. Í Tinganesi, 14. januar 2022 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
109.21 spurningur frá I.Strøm til B.Nielsen - um javnstøðu í landsstýrinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. jan. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður Svarari: Bárður Nielsen, løgmaður Evni: Javnstøða í landsstýrinum Spurningar: 1. Metir løgmaður, at tað er nøktandi, at eingin kvinna er landsstýrismaður í løtuni? 2. Heldur løgmaður, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum? 3. Ætlar løgmaður at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum? Viðmerkingar: Í gjár setti løgmaður tveir nýggjar landsstýrismenn. Tað merkir, at nú eru sjey menn, sum umboða landsins leiðslu í Tinganesi. Eingin kvinna. Løgmaður hevur ábyrgd av at seta landsstýrisfólk og loysa landsstýrisfólk úr starvi, og tí hevur hann eisini einsamallur heimild til at broyta, at bara mannfólk eru umboðað í landsstýrinum. Nevnast kann, at Sambandsflokkurin eisini hevur framt eitt landsstýrismannaskifti í hesum valskeiðinum. Tá var tað eisini ein maður fyri ein mann. Hetta er fyrstu ferð síðan 2004, at eitt landsstýri bara er mannað av monnum. Javnstøðunevndin hevur sagt, at hetta gongur ímóti demokratisku virðunum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. januar 2022 Ingilín D. Strøm -- 1 of 1 --