← Løgtingsmál

52-108/2021

Starvsfólkatrot

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jan. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
108.21 Svar til B. Løwe frá S. E. Nolsø - Starvsfólkatrot.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
18. januar 2022
Mál: 22/00419
Tygara Skriv:
Viðgjørt: BS
Nr. 52-108/2021
Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-108/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø -
Starvsfólkatrot
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Hvussu nógvum starvsfólkum hevur Almannaverkið tørv á í løtuni?
2. Hvussu stórur er metti tørvurin á starvsfólkum í Almannaverkinum komandi árini?
3. Innan hvørjar starvsfólkabólkar er tørvurin?
Svar:
1. Hvussu nógvum starvsfólkum hevur Almannaverkið tørv á í løtuni?
Samlaða talið av starvsfólkum í Almannaverkinum var pr. 31.12.2021 1.119 fólk.
Tøl fyri 2. hálvár 2021 vísa, at Almannaverkið í hesum tíðarskeiðinum hevði 90 lýsingar við
175 størvum. Av hesum størvum vóru 49% sett við viðkomandi fakkunnleika, meðan 18%
av teimum sum vóru sett høvdu ikki viðkomandi fakkunnleika og 33% vóru ikki sett.
Til samanbering kann upplýsast, at 2. hálvár 2020 var talið av setanum við viðkomandi
fakkunnleika 61%.
Higartil í 2022 hevur Almannaverkið havt 14 lýsingar, har 27 størv eru lýst leys.
Fyri 17 av størvunum er umsóknarfreistin ikki farin.
Fyri tey 10 størvini, har umsóknarfreistin er farin, er støðan henda:
• Fyri 1 av størvunum er setanartilgongdin ikki liðug.
• Fyri 2 av størvunum er lýsingin trekt aftur vegna broyttar umstøður.
• Fyri 2 av størvunum er setanin væleydnað og skikkaðir umsøkjarar settir í starv.
• Fyri 5 av størvunum móttók Almannaverkið onga umsókn.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
2. Hvussu stórur er metti tørvurin á starvsfólkum í Almannaverkinum komandi árini?
Um virksemið á Almannaverkinum heldur fram sum nú og við sama vøkstri í tørvi á
tænastum, verður mett, at Almannaverkið tørvar 60-80 nýggj starvsfólk um árið komandi
árini.
Hetta orsakað av, at Almannaverkið veksur við 50 starvsfólkum um árið. (miðaltøl síðstu 5
árini). Harafturat fara 20 – 30 starvsfólk frá fyri aldur um árið.
3. Innan hvørjar starvsfólkabólkar er tørvurin?
Tørvur er á útbúnum starvsfólkum innan øll viðkomandi fakøki hjá Almannaverkinum, so
sum námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, sjúkrarøktarum, ergo- og fysioterapeutum og
sosialráðgevum.
Tórshavn, 18. januar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
108.21 spurningur frá B. Løwe til B.Nielsen - Starvsfólkatrot.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Starvsfólkatrot
Spurningar:
1. Hvussu nógvum starvsfólkum hevur Almannaverkið tørv á í løtuni?
2. Hvussu stórur er metti tørvurin á starvsfólkum í Almannaverkinum komandi
árini?
3. Innan hvørjar starvsfólkabólkar er tørvurin?
Viðmerkingar:
Stjórin í Almannaverkinum var í miðlunum um dagarnar og greiddi frá, at
Almannaverkinum tørvaði starvsfólk, og at tað merkti, at Almannaverkið hevði
trupulleikar at røkja uppgávur.
Fyri at fáa greiðu á málinum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 06. januar 2022
Beinta Løwe

-- 1 of 1 --