52-107/2021
Læknahúsini (Gula húsið)
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. des. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
107.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til Ey. Samuelsen - Læknahúsini (Gula húsið).pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 17. desember 2021 HMR J. nr. 21/26723-4 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Spurningurin var soljóðandi: 1. Nær verður verklagslógin fyri læknahúsini (Gula húsið) løgd fyri Løgtingið? 2. Hvørjar forðingar eru fyri, at lógin kann leggjast fyri Løgtingið? 3. Nær kann væntast, at arbeiðið at dagføra læknahúsini byrjar? 4. Nær verður starvsfólkabygningurin dagførdur? Svar: Til spurning 1 Eftir ætlan verður verklagslógin løgd fyri Løgtingið fyrst í komandi ári. Til spurning 2 Mett verður ikki, at tað eru forðingar fyri, at lógaruppskotið kann verða lagt fyri tingið. Til spurning 3 Í byrjanini í 2022 væntast arbeiðið at verða boðið út. Tá ið verklagslógin er samtykt, kann arbeiðið fara í gongd. Játtan er tøk til endamálið. Til spurning 4 Arbeiðið við starvsfólkabygninginum er ikki komið so langt ávegis enn. Her er fyrsta stigið at viðgera hugskot til m.a. innrætting. Heilsumálaráðið, 17. desember 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
107.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá Ey. Samuelsen - Læknahúsini (Gula húsið).pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Læknahúsini (Gula húsið) Spurningar: 1. Nær verður verklagslógin fyri læknahúsini (Gula húsið) løgd fyri Løgtingið? 2. Hvørjar forðingar eru fyri, at lógin kann leggjast fyri Løgtingið? 3. Nær kann væntast, at arbeiðið at dagføra læknahúsini byrjar? 4. Nær verður starvsfólkabygningurin dagførdur? Viðmerkingar: Klaksvíkar Sjúkrahús og Landsverk hava gjørt eina ætlan um at dagføra gomlu læknahúsini, soleiðis at umsitingin kann flyta úr starvsfólkabygninginum og í gula hús. Samstundis verður arbeitt við uppskoti um, hvussu starvsfólkabygningurin kann verða innrættaður. Tað er stórur tørvur á, at fólk kunnu búgva nærhendis sjúkrahúsinum, meðan tey eru til venjingar. Herfyri frættist, at tey, ið higartil hava gist í starvsfólkabygninginum, meðan tey hava fingið endurvenjing, ikki hava henda møguleika í løtuni orsakað av soppi í bygninginum og tí ikki fingu alneyðugu endurvenjingina. Sostatt hevur tað stóran skund at fáa bæði verklagslóg fyri gulu húsini samtykta og at fáa sett ferð á innrætting av starvsfólkabygninginum, so avbygdafólk aftur kunnu koma til endurvenjingar og gista. Á Løgtingi, 16. desember 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --