← Løgtingsmál

52-106/2021

Lýsingabløð hjá Posta

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
106.21 Svar frá J. Niclasen til I. D. Strøm - Lýsingabløð hjá Posta.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 21. desember 2021
J. nr.: 21/24695-3
Svar til fyrispurning 52-106/2021 frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, settur
Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um lýsingarbløð hjá Posta.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at seta í verk eina skipan, har lýsingabløð hjá Posta
einans verða borin út til tey, sum aktivt hava valt at fáa lýsingabløð ?
2. Hvussu nógv lýsingabløð verða borin út til hvørt húsarhald á hvørjum ári?
3. Hvussu nógv húsarhald hava valt “Ongar lýsingar – takk” skipanina hjá Posta?
Svar:
Fíggjarmálaráðið hevur vent sær til Posta við spurningunum um tal av lýsingarbløðum, og um
hvussu nógv hava valt at fáa frámerki, sum vísir, at viðkomandi vil sleppa undan áheitanum í
sambandi við marknaðarføring. Sum kunnugt er Posta skipað sum partafelag og verður rikið við
armslongd frá landsstýrinum.
Útbering av lýsingarbløðum er privat vinna, har fleiri privatar fyritøkur hava møguleika at koma
inn á marknaðin í fríari kapping. Posta letur av somu orsøk ikki upplýsingar um nøgdir eins og
onnur feløg, ið virka í fríari kapping. Tó verður upplýst, at umleið 15% hava valt ikki at fáa
lýsingar, og at talið er spakuliga vaksið seinastu árini.
Í løgtingslóg um fólkayvirlit § 26, stk. 2 er ásett, at øll kunnu venda sær til bústaðarkommununa
til at fáa frámerki sett í Landsfólkayvirlitið, sum vísir, at viðkomandi vil sleppa undan áheitanum
í sambandi við marknaðarføring. Tað er Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum varðar av hesi
lóggávu og av marknaðarføringslógini, ið ásetur reglur um lýsingarbløð og aðra beinleiðis
marknaðarføring.
Viðvíkjandi spurninginum um møguliga broyting í nevndu lóggávu verður víst til Umhvørvis- og
vinnumálaráðið.
Tinganes 21. desembur 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
106.21 Spurningur til J. Niclasen frá I. D. Strøm - Lýsingabløð hjá Posta.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Lýsingabløð hjá Posta
Spurningar:
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um at seta í verk eina skipan, har lýsingabløð
hjá Posta einans verða borin út til tey, sum aktivt hava valt at fáa lýsingabløð ?
2. Hvussu nógv lýsingabløð verða borin út til hvørt húsarhald á hvørjum ári?
3. Hvussu nógv húsarhald hava valt “Ongar lýsingar – takk” skipanina hjá Posta?
Viðmerkingar:
Lýsingabløð verða hvørja viku borin út í húsarhald í Føroyum. Í dag skulu fólk sjálvi
biðja um at fáa eitt klisturmerki við tekstinum "Ongar lýsingar – takk” á postkassan,
um tey ikki vilja hava lýsingabløð. Hetta er ein sokallað “nei takk” skipan.
Fyri nøkrum árum síðani skeyt Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag upp, at
lýsingabløð áttu at verið ein “ja takk” skipan í staðin fyri ein “nei takk” skipan.
Við eini slíkari broyting merkir tað, at sum útgangsstøði verða lýsingabløð ikki borin
út til húsarhald, og tí skulu fólk aktivt velja at fáa lýsingabløð, um tey vilja hava tey.
Grundarlagið fyri hesi broytingini er at minka um pappírsoyðsl, óneyðugt rusk og
fyribyrgja, at fólk verða eggjað til at keypa meira, enn tey hava tørv á. Í 2019 vórðu
385.000 kilo av lýsingabløðum borin út til føroysk húsarhald.
Haraftrat eru lýsingabløðini tøk ókeypis á talgildum palli hjá Posta, sum eitur bera.fo.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 8. desember 2021
Ingilín Didriksen Strøm

-- 1 of 1 --