← Løgtingsmál

52-105/2021

Hagtøl um heimloysi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
105.21 Svar frá S. E. Nolsø til H. Pálsdóttir - Hagtøl um heimloysi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. jan. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
11. januar 2022
Mál: 21/25847
Tygara Skriv:
Viðgjørt: HP
Nr. 52-105/2021
Svar
Uppá
§ 52a fyrispurning nr. 52-080/2021 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um Hagtøl um heimloysi
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Verður tað arbeitt við at fáa hagtøl fyri heimloysi í Føroyum?
2. Um ja, nær verða hesi væntandi klár?
3. Um ja, hvør er definitiónin upp á heimloysi í hesum arbeiðinum?
4. Er nakað arbeiði í gongd, ið skal tryggja heimleysum í Føroyum nøktandi umstøður
og hjálp?
Svar
Til nr. 1, 2 og 3
Almannamálaráðið hevur, saman við Hagstovu Føroya, sett arbeiðið í gongd við innsavnan
av hagtølum um heimloysi í Føroyum. Innleiðandi arbeiðið er komið væl ávegis, og
Hagstovan er nú í ferð við at savna hagtøl og at skipa hagtølini. Tað er sostatt Hagstovan, ið
stendur fyri pørtum av hagtølunum, og tað verður Hagstovan, ið fer at almannakunngera
hagtølini.
Hagtølini verða fyriskipað eftir tí altjóða Ethos-flokkingini, (sum stendur fyri European
Typology of Homelessness and Housing Exclusion). Allýsingin av hugtakinum “heimloysi”
fevnir breitt og er býtt út á 13 flokkingar. Tað er t.d. persónar, sum búgva á gøtuni, gista á
herbergum, búgva í ovfyltum bústaði, persónar, ið ikki búgva undir nøktandi umstøðum
o.s.fr. Tað er ikki vanligt í øðrum londum at hava almenn hagtøl um allar 13 Ethos-
flokkingarnar men at avmarka seg til tey, sum eru uttan tak yvir høvdið (roofless) og tey, sum
ikki hava egnan bústað (houseless). Hetta er eisini leisturin, sum vit arbeiða eftir í Føroyum.
Í sambandi við hagtølini er tað sum nevnt Ethos-allýsingarnar, ið definera ein heimleysan.
Hagtølini, sum ætlanin er at savna, fevnir um hesar Ethos-flokkingar:
1. Persónar, sum sova í almenna rúminum,
2. Persónar, sum gista á herbergum,

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
3. Persónar, sum búgva í búfyriskipan fyri heimleys
4. Persónar, sum búgva í kreppumiðstøðum fyri kvinnur
Føroysku hagtølini, sum Hagstovan fer at savna og skipa, eru gistingar á Herberginum, hjá
Bláa Krossi, Gloria og Kvinnuhúsinum. Tað merkir, at tað eru nr. 2, 4 og lutvíst nr. 3 í
yvirlitinum omanfyri. Almannamálaráðið fer at standa fyri hagtølum til nr. 1 og partar av nr.
3. Fyrireikingarnar av hagtølum, sum Almannamálaráðið fer at standa fyri, eru ikki lidnar
enn.
Hagstovan væntar at fáa tey fyrstu hagtølini í januar, og fer í komandi ári at leggja nøkur
fyribilshagtøl á heimasíðu teirra. At tað eru fyribilshagtøl merkir sambært Hagstovuni, at tey
kunnu finnast í hagtalsgrunninum undir flokkingini “hagtøl undir menning”. Fyri at hagtølini
kunnu flokkast sum almenn hagtøl framleidd av Hagstovuni, skulu tey lúka treytir, sum
Hagstovan setir til alt sítt hagtalsvirksemi. Sambært Hagstovuni væntast almenn og endalig
hagtøl um heimloysi at verða tøk um umleið eitt ár.
Til nr. 4
Umframt at mangla ein bústað, hava tey heimleysu, ið verða viðgjørd í hesum svarinum, í
flestu førum djúptøknar sálarligar og sosialar avbjóðingar at dragast við, sum hava við sær, at
tey ikki megna at halda ein bústað. Nøkur eru í eini støðu, har tey ikki ynskja ella eru klár at
taka ímóti sosialfakligari hjálp, og hjá hesum snýr tað seg um, at geva teimum so høga
lívsgóðsku sum gjørligt í tí støðuni, sum tey eru í.
Umstøðurnar hjá heimleysum eru raðfestar við hægri játtanum til høvðuskontuna Stuðul til
fyriskipanir til heimleys bæði í 2020, 2021, og játtanin er aftur hækkað í 2022. Ein partur av
øktu játtanini er, tí at Frelsunarherurin í Norra stigvíst lækkar stuðulin til heimleys í Føroyum,
og játtanin á løgtingsfíggjarlógini hækkar tí samsvarandi. Men høvuðsparturin av økingini er
meirjáttan, sum hevur til endamáls at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum. Talan er bæði
um, at virksemið hjá Herberginum er víðkað, og umsorganarheimini hjá Bláa Krossi og
Gloriu hava fingið játtan til fleiri starvsfólkatímar.
Tórhavn, 11. januar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
105.21 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá H. Pálsdóttir - Hagtøl um heimloysi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Hagtøl um heimloysi
Spurningar:
1. Verður tað arbeitt við at fáa hagtøl fyri heimloysi í Føroyum?
2. Um ja, nær verða hesi væntandi klár?
3. Um ja, hvør er definitiónin upp á heimloysi í hesum arbeiðinum?
4. Er nakað arbeiði í gongd, ið skal tryggja heimleysum í Føroyum nøktandi
umstøður og hjálp?
Viðmerkingar:
Undirritaða hevur fleiri ferðir áður lyft spurningum um heimloysi í Føroyum. Hóast
samgongan ikki hevur ætlanir um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av
heimleysum, so hevur landsstýrismaðurin sagt, at hon vil arbeiða við at fáa hagtøl um
heimloysi í Føroyum. Hesin fyrispurningurin verður settur, fyri at fáa greiði á um
hetta arbeiðið er farið í gongd, og hvussu tað líður við hesum.
Á Løgtingi, 8. desember 2021
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --