52-104/2021
Um viðgerð í fyrisitingini av máli um bót til alifyritøku fyri brot á djóravælferðarlógina
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. des. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
104.21 Svar frá B. S. Nielsen - Um viðgerð í áðalráðum av revsing bót o.a. hjá eftirlitsmyndugleikum og løgreglu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
104.21 Spurningur til B. S. Nielsen - Um viðgerð í áðalráðum av revsing bót o.a. hjá eftirlitsmyndugleikum og løgreglu.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Um viðgerð í fyrisitingini av máli um bót til alifyritøku fyri brot á djóravælferðarlógina. Spurningar: 1. Kann løgmaður upplýsa, hvør orsøkin er, ella hvat hann heldur orsøkina vera til, at fútin hevur vent sær til Løgmansskrivstovuna um eitt ítøkiligt eftirlitsmál viðvíkjandi eini alifyritøku um revsing fyri brot á djóravælferðarlógina ? 2. Kann løgmaður upplýsa, hvat ítøkliga málið og lógarbrotið snýr seg um ? 3. Kann løgmaður upplýsa, hvørjir myndugleikar sambært lóggávuni á økinum hava heimild at viðgera og taka avgerð í ítøkiliga málinum ? 4. Kann løgmaður upplýsa, hvat løgmaður og fyrisiting hansara ítøkiliga hava gjørt í málinum, og hvat víðari fer fram í málinum? 5. Kann løgmaður upplýsa, hvat landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og fyrisiting hansara ítøkiliga hava gjørt í málinum, og hvat víðari fer fram í málinum? 6. Metir løgmaður seg kunna røkja eftirlitsskyldu sína sambært stýrisskipanarlógini í hesum máli? Viðmerkingar: Í Degi og Viku er komið fram, at fútin hevur vent sær til Løgmansskrivstovuna í einum máli um at áseta revsing og bót til eina alifyritøku fyri brot á djóravælferðarlógina. Upplýst er, at løgmaður síðani hevur vent sær til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum í hesum máli, umframt at málið eisini er viðgjørt í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Til tess at Løgtingið kann fáa allar upplýsingar í hesum máli, verða hesir spurningar settir løgmanni. Á Løgtingi, 8. desember 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --