← Løgtingsmál

52-103/2021

Aling, dálking og djóravernd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
103.21 Svar frá M. Rasmussen til B. L. Jacobsen - Aling, dálking og djóravernd.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Løgtingið Dagf.: 17. des. 2021
Tinghúsvegur 1-3 Mál nr.: 21/25773-2
Postboks 208
100 Tórshavn
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-103/2021 frá Beinta Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi
aling, dálking og djóravernd, (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispuringur:
1. Hvat ger almenni myndugleikin, um hann gerst varur við dálking í sambandi við aling?
2. Hvat ger almenni myndugleikin, um hann gerst varur við brot á djóravælferðarlógina í
sambandi við aling?
3. Hvussu stórt var samlaða fellið av alifiski hjá alifyritøkunum í fjør, og hvussu stórt er
samlaða fellið higartil í ár?
Svar
Til nr. 1
Aling av fiski er serliga dálkandi virksemi, sum sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd
skal hava umhvørvisgóðkenning. Mesta dálkingin frá alistøðum er lívrunnið tilfar (skarn og
fóðurleivdir), zink, sum er í fóðrinum, og í summum førum eisini kopar frá impregneraðum
alinótum. Í umhvørvisgóðkenningum setur Umhvørvisstovan treytir til alivirksemið. Ein av
mest týðandi treytunum er, at alifeløgini fylgja væl við dálkingarstøðuni á og kring aliøkið.
Kanningar av dálkingarstøðuni skulu gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni.
Sambært galdandi vegleiðing skulu kanningar altíð gerast, tá ið biomassin er størstur, og
dálkingin harvið eisini er upp á tað mesta. Kanningartíttleikin er treytaður av
dálkingarstøðuni undanfarna framleiðsluumfar soleiðis, at um ávirkan frá alingini sæst aftur á
ella uttan fyri aliøkið, verður títtleikin hægri.
Sambært galdandi vegleiðing skulu alifeløgini áðrenn hvørja útsetu gera eina aliætlan, sum
Umhvørvisstovan skal góðkenna. Í aliætlanini skulu alifeløgini vísa, at tey leggja upp fyri
úrslitunum av botnkanningunum undanfarin aliumfør, so dálkingin ikki fer upp um ásett

-- 1 of 3 --

mørk. Um kanningar vísa, at eitt aliøki er ávirkað av dálking frá alivirkseminum, skal
alifelagið í aliætlanini greiða frá, hvussu dálkingarstøðan kann betrast. Um Umhvørvisstovan
ikki metir, at tey tiltøk, sum alifelagið ætlar at seta í verk fyri at betra um dálkingarstøðuna,
eru nøktandi, kann Umhvørvisstovan geva boð um neyðug tiltøk, til dømis at minka nøgdina
av fiski, sum ætlanin er at seta út, at alingin verður flutt á annað stað í aliøkinum, ella at
eingin aling verður á aliøkinum ella pørtum av hesum í ávísa tíð.
Er talan um aðra dálking vegna óhapp ella annað, verður málið viðgjørt og støða tikin til
møgulig tiltøk ella avleiðingar í hvørjum einstøkum føri. Meginreglan er, at tann, sum dálkar,
altíð skal fáa dálkingina burtur, um tað ber til, og minka mest møguligt um avleiðingarnar av
dálkingini.
Mett verður eisini um, hvørt dálkingin eigur at fáa rættarligar avleiðingar fyri tann, sum
dálkar.
Til nr. 2
Nýggja djóravælferðarlógin frá 2018 gevur Heilsufrøðiligu starvsstovuni sum
eftirlitsmyndugleika heimild at hava eftirlit við vinnuligum djórahaldi, undir hesum eisini
aling.
Verður brot framt á lógina ella reglur, settar sambært lógini, kann Heilsufrøðiliga
starvsstovan geva boð og seta forboð. Við at geva eini boð tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan
eina bindandi avgerð fyri alaran um, at ólógligu viðurskiftini skulu fáast í rættlag. Eitt forboð
kann t.d. vera ein staðfestandi avgerð um, at viðurskiftini eru ólóglig, og at forboð verður sett
fyri virkseminum.
Innan fyri hetta økið eru boð um at rætta ólógligu viðurskiftini mest brúkta amboðið.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eisini viðgjørt vælferðina í rakstrarætlanum fyri komandi
útsetur á aliøki. Er vælferðin ikki nøktandi í einum umfari, viðger Heilsufrøðiliga
starvsstovan hetta í rakstrarætlanini fyri komandi framleiðsluumfar og metir um, hvørt tiltøk
fyri at betra um vælferðina eru nøktandi. Eru tiltøkini ikki nøktandi,so kann tað hava stóra
ávirkan á, um eitt aliøki fær loyvi at økja fiskanøgdina, ella um ein niðurskurður er neyðugur.
Verða boð og forboð ikki fylgd, kann felagið, ella tann, sum hevur ábyrgdina, verða revsað.
Fyri likamligar persónar kann revsingin vera sekt ella fongsul. Fyri løgfrøðiligar persónar er
revsingin sekt.
Í § 30, stk. 8 í djóravæferðarlógini er ásett, at tá ið sekt verður ásett, og talan er um vinnuligt
djórahald, skal fyrilit havast fyri fíggjarliga vinninginum.
Til nr. 3
Samlaða fellið á sjónum í 2020 var 3,9 mió. fiskar, og samlaða fellið higartil á sjónum í 2021
er 3,1 mió. fiskar. Í rundum tølum eru tað altíð 20 mió. laksar í ringunum. Talið kann svinga
nakað, alt eftir tøku og útseting.
Verður fellið gjørt upp í mun til tal av fiski í ringunum, so er talan um fellistøl upp á 19,5 % í
2020 og 15,5 % í 2021. Fellið á smoltstøðunum er í rundum tølum umleið 30%.

-- 2 of 3 --

Í árunum eftir ILA-kreppuna mentist alivinnan nógv. Í fleiri ár kláraði føroyska alivinnan seg
best á so at siga øllum búskaparligum og lívfrøðiligum parametrum. Seinastu 4-5 árini er
fellið tó vaksið munandi, soleiðis at alivinnan er farin frá at hava lægsta fellið í heiminum, til
nú at liggja á nakað sama støði sum aðrar alitjóðir. Samstundis kunnu vit staðfesta, at
miðalvektin á deyða fiskinum økist. Hetta hevur við sær munandi størri framleiðslukostnað.
Økta fellið er saman við lúsatrýstinum ein av størstu avbjóðingunum í føroysku alivinnuni.
Økt felli er ein avbjóðing í mun til djóravælferð, tað ávirkar búskapin í vinnuni neiliga og er
ein vandi í mun til heilsustøðuna á tann hátt, at laksur, ið er illa fyri, er meira viðkvæmur fyri
sjúkum. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tískil hert eftirlitið við alibrúkum við høgum felli
seinastu árini.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 17. desember 2021
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
103.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. L. Jacobsen - Aling, dálking og djóravernd.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Aling, dálking og djóravernd
Spurningar:
1. Hvat ger almenni myndugleikin, um hann gerst varur við dálking í sambandi
við aling?
2. Hvat ger almenni myndugleikin, um hann gerst varur við brot á
djóravælferðarlógina í sambandi við aling?
3. Hvussu stórt var samlaða fellið av alifiski hjá alifyritøkunum í fjør, og hvussu
stórt er samlaða fellið higartil í ár?
Viðmerkingar:
Fyri at fáa nærri greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur
Á Løgtingi, 07. desember 2021
Beinta Løwe

-- 1 of 1 --